Tordur 20 ára starvsdag

Mikudagin hevur Eysturoyar Røktar-og Ellisheim móttøku fyri Tordi J. Niclasen, sum hevur verið fyristøðumaður á heiminum í Runavík í 20 ár

Móttøka

Tordur J. Niclasen hevur verið fyristøðumaður á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi í 20 ár.
Hendan dagin ætlar stýrið fyri heimið ikki at lata fara aftur við borðinum uttan nakað.
Í samband við dagin, verður skipað fyri móttøku á Røktar-og Ellisheiminum í Runavík mikudagin, 1 oktober frá kl. 16.
Øll eru vælkomin at heilsa fyristøðumanninum.