Í gjár ringdu fólk til løgregluna at kæra sína neyð, tí tey tordu ikki út fyri tveimum rossum, sum gingu leys ímillum hús á Argjum.
Løgreglan fekk fatur á Aktingarmanninum, og við góðari hjálp frá fólki á staðnum, fingust rossini aftur á stykkið, har tey áttu at vera.
Løgreglan sigur, at tað er als ikki ókent, at ross ganga leys og tá ið tað eru so stór dýr, er tað ein serligur trupulleiki, tí fólk tora ikki út fyri teimum.
Annars varð ein maður tikin fyri rúsdrekkakoyring í gjáramorgunin. Tað var tá ið tveir bilar møttust í Vágum, at annar bara við hin, og tá ið løgreglan kannaði málið, vísti tað seg, at annar bilførarin hevði kenning og hann er nú skuldsettur fyri tað.