Landsliðsleikarin Rógvi Jacobsen var glaður fyri sigurin á Skála mikukvøldið, men samstundis helt hann ikki, at avrikið hjá HB var serliga sannførandi.
- Í fyrra hálvleiki spæla vit illa, og vit toldu als ikki trýstið, sum Skála legði á okkum, segði Rógvi aftaná dystin. Klaksvíkingurin helt, at teir vóru alt ov febrilskir, og tí var ofta roynt við langum avleveringum úr verjuni niðan í álopi, sum onki spurdist burturúr. - Vit fingu ikki keturnar hjá okkum athanga saman, men í seinna hálvleiki tordu vit betur at spæla fótbólt, og tað hjálpti eisini væl, at Heine og Jákup komu á vøllin, segði Rógvi Jacobsen, ið er toppskjútti hjá HB við sjey málum í landskappingini.