Tordis Kristina er kunningarleiðari

Tá grækarismessuhald verđur á Sandi mánadagin, fer nýggi leiðari á Sandoyar Kunningarstovu at halda røðu.

 

Kunningarstovan fyri Sandoyar sýslu, sum umframt Sandoynna, eisini fevnir um Skúvoy og Stóru Dímun, hevur fingið nýggjan leiðara. Nýggi leiðarin er 31 ára gamla, Tordis Kristina á Rógvi, sum í løtuni er búsitandi í Havn.

 

- Tordis Kristina á Rógvi er cand.mag. í altjóða ferðavinnu, MA í tourism,. eins og hon hevur bachelor í samskifti og sponskum við sergrein í organisatión og leiðslu. 

 

Tað skrivar Sands kommuna á sínari Facebook-síðu.

 

Lagt verður aftrat, at áðrenn Tordis Kristina á Rógvi flutti heim aftur til Føroya, arbeiddi hon sum menningarráðgevi hjá Región Sjælland, har hon sat einsamøll við menning av økinum. Hon hevur eisini verið í starvsvenjing hjá Visit Tórshavn í eitt hálvt ár.

 

Nú grækarismessuhald verður á Mørkini Miklu á Sandi mánadagin, 12. mars klokkan 17, fer nýggi kunningarleiðarin fyri Sandoyar sýslu at halda røðu. Eftir sjálvt haldið, verður okkurt gott undir tonna at fáa í hølunum hjá Sands kommunu, har øll eru hjartaliga vælkomin.

 

https://www.facebook.com/sandskommuna/photos/a.1203360993140885.1073741833.1065719243571728/1238774316266219/?type=3