Leygardagin máttu fólk av Trøllanesi í fjøllini at fara einum útlendskum ferðamanni til hjálpar. Hann var farin í fjøllini, men tá ið hann skuldi oman aftur, sviku nervarnar.
Maðurin var farin niðan á Borgaran oman fyri Trøllanes og har er annars gott at ganga og tað er vallað heilt niðan á. Men seinnapartin leygardagin løgdu fólk í Trøllanesi merki til, at ein maður stóð og veipaði við ørmunum uppi á borgaranum, á suðursíðini undir tindinum. Hann rópti eisini okkurt, men tey skiltu ikki, hvat hann segði.
Alt varð gjørt til reiðar, um so var, at nakað álvarsligt var á vási. Men ein maður fór av Trøllanesi til gongu niðan ímóti honum, og tað vísti seg, at støðan var bara tann, at hann var bangin og tordi ikki oman aftur, tí tað var ov bratt eftir hansara tykki. So hann varð leiddur oman aftur og tann stóri dramatikkurin varð avlýstur aftur.