Torbjørn vann


 

Kollfirðingurin Torbjørn Thomsen hevur telvað við vestmenningum seinastu tvey árini. Í heyst luttók hann í innanfelagskapping teirra, sum var vælmannað av royndum sum óroyndum telvarum. Tjúgu telvarar luttóku.

Torbjørn vann kappingina ruddiliga við hálvumníggjunda stigi av níggju møguligum, har bert tann royndi John Jacobsen fekk tikið hálvt stig frá kjempuni úr Kollafirði.


Toppurin:

Torbjørn Thomsen 8,5

Kári O. Durhuus 7

John Jacobsen 6,5

Petur Højgaard 6,5

Jákup Andreasen 6

Jón Mikkelsen 5,5

Fróði Skúvadal 5