Torbjørn Jacobsen hevur enn eina ferð megnað at upphitað sinnini í Fólkaflokkinum. Í Dimmalætting í gjár kom tjóðveldistingmaðurin við álvarsligum ákærum ímóti hinum stóra samgonguflokkinum um nepotismu og duldar ætlanir viðvíkjandi einskiljing av Fiskavirking. Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri, sum í størstan mun stóð fyri skotum, vil nú hava løgmann at tosa við formannin í Tjóðveldisflokkinum um atburðin hjá eysturoyartingmanni floksins og meta um, hvørt Torbjørn er komin so langt út um mark, at hansara atburður skal fáa avleiðingar fyri samgonguna.
- Torbjørn Jacobsen fer yvir um alt mark við sínum asnasparki ímóti mær og flokkinum, og hann skaðar politiska virksemið hjá samgonguni, heldur Bjarni Djurholm, sum kennir seg og sín flokk so illa viðfarnan av eysturoyartingmanninum, at hann ikki kann lata sær tað lynda.
- Tá tað snýr seg um Torbjørn Jacobsen tykjast eingin mørk at verða fyri, hvat man kann vænta sær av útspillingum og ósannindum. Hann kann ikki takast í álvara. Hann bara larmar, sigur Bjarni Djurholm, sum í gjár kundi lesa eina blaðgrein, har Torbjørn millum annað leggur vinnumálaráðharran undir at vera ørindadrong fyri restina av Fólkaflokkinum og útinna duldar ætlanir um at avreiða Fiskavirking til vinir og kenningar floksins fyri lítið og lætt.
Duldar ætlanir við Fiskavirking
Tobjørn Jacobsen segði við Dimmalætting í gjár, at Fólkaflokkurin við Bjarna Djurholm á odda vildi tæga Fiskavirking sundur og selja bitarnar fyri lítið og lætt. Hann legði vinnupolitikkin hjá Fólkaflokkinum undir at vera nepotistiskan og vísti í hesum sambandi til, at fyrrverandi fólkatingsskrivararnir hjá Óla Breckman vórðu settir í nevndarformanssessir, eftir hansara tykki fyri at fremja duldu ætlanir Fólkafloksins.
- Eg haldi meg bara til viðtøkurnar fyri Framtaksgrunnin, sum siga, at tá ein fyritøka er stabil og klárar seg væl, so skal hon - ikki kann hon - einskiljast. Tá nevndin í Framtaksgrunninum ikki vildi fremja eina einskiljing, var eg noyddur til annaðhvørt at heita á løgtingið um at broyta viðtøkurnar ella at seta eina nevnd, sum vildi virka sambært viðtøkunum, sigur Bjarni Djurholm sum svar upp á ákærurnar frá Torbjørni Jacobsen um, at hann trýsti gomlu nevndina í Framtaksgrunninum frá fyri síðan at manna hana við fólkum, sum kundu fremja eina einskiljing "eftir fólkafloksleisti til fólkafloksmenn", sum tjóðveldistingamaðurin málbær seg.
Torbjørn Jacobsen tók í greinini í Dimmalætting í gjár æruna fyri at eiga endaligu orðingina í samgonguskjalinum um einskiljing av almennum fyritøkum, eftir at júst málið um einskiljing elvdi til rok millum Tjóðveldiflokkin og Fólkaflokkin.
- Tað er lodrætt lygn. Torbjørn hevur eitt problem, og tað er at hann altíð tilskrivar sær sjálvum størri týdning enn hann í veruleikanum hevur, sigur Bjarni Djurholm.
Hann sigur Torbjørn ikki eiga nakran lut í vinnupolitisku orðingunum í samgonguskjalinum yvirhøvur.
- Torbjørn rýmdi av fundinum tá vit orðaðu vinnupolitikkin. Hann var als ikki til staðar, tá vit orðaðu brotið um einskiljing. Men soleiðis er Torbjørn. Tað var hann eisini, tá hann sat í landsstýrinum, og hansara uppblásti errinskapur skaðar nú bæði samgonguna og føroysku vinnuna, sigur Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri, sum nú fer at seta seg í samband við løgmann fyri at fáa hann at meta um, hvørt nakað ítøkiligt stig eigur at vera tikið sum avleiðing av úttalilsunum hjá Torbjørn Jacobsen.