Jóhan Petersen, sum hevur vart sambandsvongin í almenna kjakrúminum í fleiri ár, er kallaður inn í málinum um donsku ríkisveitingina fyri 2011. Tað hava samgonguumboðini gjørt av. Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, fór tí av fundinum fíggjarnevndini í protest í morgun.
Tað er sambandspropaganda, heldur hann.
- Eg var frá byrjan sannførdur um, at talingur mátti vera um skemt á hægsta stigi, tí maðurin hevur sum so ongar aðrar førleikar í málinum enn tað, at hann kann reka durkdrivna propagandu fyri sambandsøkini hjá dønum og nøkrum fáum føroyingum, vil Torbjørn Jacobsen hava skrivað í gerðabókina.
Torbjørn Jacobsen heitti á formannin í fíggjarnevndini at fáa politiska andvekt í nevndina. Tjóðveldistingmaðurin bað tildømis um Zacharias Wang, men tá tað ikki eydnaðist, vóru boðini í gjárkvøldið, at Jóhan Petersen møtti einsamallur á fundinum í morgun.
- Tað finnast 8 ella 9 túsund aðrir tjóðveldismenn í hesum landinum, so hendan undanførslan hjá nevndarformanninum kann ikki brúkast til nakað sum helst. Áðrenn Jóhan Petersen var róptur inn á fundin í dag, gjørdi eg formannin og fíggjarnevndina varðuga við, at eg havi einki ímóti Jóhan sum persóni, kenni hann væl, men at eg fór av fundinum, tá hann kom inn, í protest ímóti, at samgongumeirilutin í fíggjarnevndini hevur valt at brúka sín meiriluta til at dríva regulera sambandspropagandu í fíggjarnevndini, við at kalla ein mann inn til hoyringar, sum absolut einki kann gera fyri at lýsa málið, soleiðis sum ætlanin annars skal vera við hoyringum í løgtingsnevndum, er niðurstøðan hjá Torbirni Jacobsen.