Torbjørn Olsen málar Lenu Anderssen

Viðurkendi føroyski portrett málarin Torbjørn Olsen hevur málað ein málning

av føroysku songkvinnuni Lenu Anderssen, ið verður partur av húsanum á

nýggju fløguni Letters From The Faroes, ið kemur út seinni í november.

 

Í einum video klippi á youtube ber nú til at síggja Torbjørn Olsen arbeiða

við málninginum og eisini práta um tær avbjóðingar, hann hevur havt við at

mála portrettið.

Portrettið er ein partur av konseptinum, har myndamaðurin Bárður Eklund og

Torbjørn Olsen báðir fáa til uppgávu at ávíkavist mála og taka mynd av Lenu

Anderssen á júst sama stað.

Úrslitið av ávíkavist málningi og mynd kann síggjast lið um lið inni í

húsanum á komandi fløguni hjá Lenu Anderssen.

Torbjørn millum annað prátar um ta stóru avbjóðingina at mála portrett mynd

í móti ljósinum, eftir hugskoti frá Bárði Eklund.

 

Hygg her: www.youtube.com/watch