Torbjørn og steypahandan í Texas

Heimasandsmaðurin Torbjørn Jensen fer aftur leygarkvøldið á pallin í Texas. Hann spældi í alsamt betur umtókta spælistaðnum á Sandi seinasta leygarkvøld, og kvøldið gjørdist so væleydnað, at hann aftur hetta vikuskiftið fer á pallin, við sær hevur hann onkran ella onkur, ið kallað seg Co.

Torbjørn Jensen & Co fara á pallin kl. 22, men longu kl. 19.30 verur lív í Texas ,tá vinnararnir av seyðasýningini fáa steypini.