Torbjørn Michelsen 50 ár

25. september verður ein av teim hugfarsligu kúllunum á Landavegnum 50 ár.

Aftaná lokið studentsprógv var hann eina tíð og hjálpti Bjarna Húsgarð í Fruktsøluni at veita borgarunum røtur og purrur o.m.a.
Uttan at hava nortið sær nakra verkfrøðingaútbúgving er hann í dag ein av heilunum í tí framkomnu fyritøkuni Nomatec, har hann teknar, dimensionerar og fyrireikar arbeiðini til handverkararnar. Á Landavegnum liggur hansara partur ikki eftir tá hann ágrýtin ár um ár, saman við Mohrarunum og hinum smádreingjunum fyrireikar flottasta nýggjársbálið í býnum.
Og ein fýrkantaður Landavegsdrongur ert tú als ikki. Alt tað góða tú hevur givið okkum í vinafjøldini er ikki at forsmáa.

- ein vinur