Torbjørn Jacobsen hevur spolerað alt

? Spurningurin er um veruliga endamálið er at beina fyri útbúgvingini av heimahjálpum, sigur Ása Olsen, forkvinna í heimahjálaparafelagnum

?Vit hava stríðst fyri hesum skúlanum í fimm ár.

? Og nú skúlin skal flytast til Suðuroyar, eri eg bangin fyri, at hann aftur hesuferð dettur niðurfyri.

Tað kom dátt við hjá forkvinnuni í Heimahjálparafelag Føroya at frætta, at landsstýrismaðurin í skúlamálum hevði gjørt av at flyta almanna- og heilsuskúlan suður á Tvøroyri.

Annars var ætlanin at skúlan skuldi vera í Havn, og hann skuldi byrja 1. januar.

Hann skuldi vera ein deild av Sjúkrasystraskúlanum og farið varð undir fyrireikingarnar, nú Torbjørn Jacobsen brádliga gjørdi av, at skúlin skal vera á Tvøroyri ístaðin.

Á skúlanum skuldu tríggjar útbúgvingar vera.

Tann stytsta útbúgvingin skuldi vera ein útbúgving fyri heimahjálparar.

Hetta var ein útbúgving, sum skuldi taka seks mánaðir.

Afturat hesum, skuldi skúlin eisini útbúgva almanna og heilsuhjálparar og almanna og heilsurøktarar og tær útbúgvingarnar skuldi taka eitt og hálvtannað ár.

Og útbúvingin, sum heimahjálparafelagið hevur størstan áhuga í, er sjálvsagt útbúgvingin av heimahjálpum.

Ása Olsen, forkvinna í heimahjálparafelagnum, sigur, at tað hevur verið sera stórur tørvur á hesi útbúgvingini av heimahjálpum.

? Hetta er ein útbúgving, sum vit hava stríðst fyri síðani í 1995.

? Tað hevur fleiri ferðir verið upp á tal at byrja skúlan men tað hevur verið útsett hvørja ferð.

? Og nú ætlanin loksins var, at skúlin skuldi byrja 1. januar, heldur Ása Olsen, at hann hevði heldur ikki komið nú, um heimahjálparafelagið ikki hevði strongt so hart á.

Men nú tað er avgjørt at flyta skúlan suður á Tvøroyri, stúrir forkvinnan í heimahjálparafelagnum, fyri, at útbúgvingin fer at detta niðurfyri einaferð afturat.

?Og kanska verður hetta enntá mønustingurin hjá hesi útbúgvingini, heldur hon.


Spolerað alt

Ása Olsen sigur, at tað er ein spurningur um Torbjørn Jacobsen hevur hugsað seg nóg væl um, tá ið hann gjørdi av at flyta skúlan í Suðuroynni.

? Ella hinvegin er spurningurin nettupp, um hann ikki hevur hugsað seg sera væl um, og at tað veruliga endamálið júst er, at útbúgvingin skal detta niðurfyri.

? Okkurt má búgva undir, tá ið ein landsstýrismaðurtekur tekur eina so týdningarmikla avgerð eftir eina viku í starvinum.

? Tað, sum vit nú spyrja okkum er, um talan ikki alla tíðina hevur verið at blása okkum tórvmold í eyguni, tá ið skúlin brádliga verður fluttur, aftaná at tað er søkt eftir skúlastjóra og deildarleiðara.

Ása Olsen sigur, at heimahjálpirnar, sum skulu undir útbúgving, eru ikki ungdómar, men tilkomnar konur við húsi, manni og børnum

? Og at koyra tær suður á Tvøroyri í skúla er so tvørligt, at tað fer neyvan at bera til, tí í Suðuroy verða tær noyddar at leiga sær hús.

? Var skúlin í Havn, hevði tað ikki verið neyðugt fyri tær allarflestu heimahjálpirnar.

? Eg dugi heldur ikki at síggja, hvussu tað ber til at hava stjóra í Havn fyri einum skúla á Tvøroyri.

? At leggja skúlan í Suðuroy er tí næstan tað sama sum at geva honum mønustingin.

? Við avgerðini at flyta skúlan, hevur Torbjørn Jacobsen spolerað alt, tí hetta er at taka grundarlagið undan útbúgvingini av heimahjálpum.

Men Ása Olsen vissar um, at Heimahjálparafelagið fer ikki at sita hendur í favn ímeðan øll útbúgvingin verður koyr fyri bakka.

Hon sigur, at nevndin í felagnum fer nú at taka málið upp. Ætlanin er eisini at taka upp samband við landsstýrismannin fyri at vita, hvat hann ætlar við útbúgvingini.