Torbjørn hevur ærumeitt løgmann

Orðini, sum Tórbjørn Jacobsen hevur latið fella um, at Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur eina fortíð, sum ger at hann ikki kundi sitið í stjórn í nøkrum øðrum landi, eru so grovar skuldsetingar, at tær eru ærumeiðandi, um Tórbjørn ikki kann prógva tær, sigur Halgir Winther Poulsen, advokatur.

Tjóðveldistingmaðurin, Tórbjørn Jacobsen, er ikki kendur fyri at spara upp á hørðu orðini. Men onkuntíð kunnu orð gerast so ógvuslig, at tað kann vera revsivert at føra tey fram ógrundað. Tórbjørn Jacobsen er í løtuni í teirri støðu, at hevur løgmaður hug til tess, kann hann við góðum tannabiti stevna Tórbjørn Jacobsen fyri ærumeiðing, og tá verður tað luturin hjá Tórbirni Jacobsen at prógva, at skuldsetingar hansara ímóti løgmanni hava støði í veruleikanum.
Sosialurin hevur biðið advokatin Halgir Winther Poulsen um at meta, um orðini hjá Tórbirni Jacobsen geva løgmanni grundarlag fyri at stevna samgongufelaganum fyri ærumeiðing, og niðurstøðan hjá advokatinum er greið. Løgmaður hevur allar møguleikar at stevna, um so er at hann tekur Tórbjørn Jacobsen í álvara.

Týðulig ærumeiðing
Tórbjørn Jacobsen hevði í bløðunum týsdagin eina hvassorðaða viðmerking, har hann millum annað óbeinleiðis legði Anfinn Kallsberg, løgmann og Jørgen Niclasen, vinnumálaráðharra, undir at hava framt lógarbrot. Tórbjørn skrivar í viðmerkingini, at ?Ringt er at liva við einum løgmanni og einum fiskimálaráðharra, sum, orsakað av einari gloymdari fortíð, har, ið ilt var at skyna á mørkunum, ímillum eins egna og annara, ikki kundu sitið í stjórn í nøkrum øðrum landi í heiminum?.
- At siga, at Anfinn Kallsberg ikki kann vera ráðharri í nøkrum øðum landi ? enn ikki Zimbabwe - er týðuliga ærumeiðandi og gevur løgmanni grundarlag fyri at stevna Torbjørn. Men tað er upp til Anfinn Kallsberg at velja um hann tekur hin partin í álvara ella ikki, sigur Halgir Winther Poulsen, advokatur.

Skrivliga orðið vigar tungt
Tað er ikki óvanligt at hørð orð og skuldsetingar fúka ígjøgnum luftina, tá politikarar gerast heitir í onkrum kjaki, men sambært Halgir Winther Poulsen kunnu orðini hjá Tórbjørn Jacobsen ikki samanberast við ein orðadrátt millum tveir politkarar.
- Hatta eru ikki orð ígjøgnum luftina. Hatta er skrivað sum viðmerking til eitt aktuelt mál. Skuldsetingarnar eru soleiðis heldur ikki partur av nøkrum orðadrátti, sigur Halgir Winther Poulsen, advokatur.
Í samrøðu við Sosialin í gjár, segði løgmaður, at hann fór ikki at lata grovu skuldsetingarnar frá einum ?fýri? sum Torbjørn ímóti Fólkaflokkinum standa eftir í leysari luft. Spurningurin er um Anfinn Kallsberg, løgmaður, velur at lata skuldsetingarnar hjá Tórbjørn Jacobsen ímóti sínum egna persóni standa ósvaraðar, ella hann velur at fara í rættin við tí fyri eyga at reinsa skuldsetingarnar av sær.
Tað veldst um løgmaður tekur Tórbjørn Jacobsen og skuldsetingar hansara fyri fult.
Fyrr hendi tað meir enn so, at politikarar stevndu hvørjum øðrum, men tey seinnu árini er hetta ikki komi fyri.