Torben Nielsen skipar fyri einum fundi í Hugskotinum í kvøld, har endamálið er minka um pappíroyðsl.
Ætlanin hjá Torben Nielsen er at vita, um ein bólkur kann setast á stovn fyri at arbeiða við málinum.
- Tað er tørvur á nógvum ymsum fólki, við ymsum førleikum. Uppgávan er stór og tað krevur nógv at broyta heimin. Tó so, um tað ikki verður roynt, so hendur onki, sigur hann.
Torben Nielsen var í tíðindunum á FM1 í dag og greiddi frá sínum tankum og ætlanum. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra meira um hendan fundin, og hvussu hann vil minka um pappíroyðsl.
Fundurin byrjar nú klokkan 19 í fundarhølinum hjá Hugskotinum.