Fíggjareftirlitið, sum hevur til uppgávu at halda eitt vakið eyga við bankavirksemi, hevur vitjað í Eik Banka.
Niðurstøðan er millum annað, at útskiftingin í nevndini hevur ført við sær, at nevndin hevur mist førleikar.
- Harvið er ein økt persónsbundinskapur á formannin í bankanum, skrivar fíggjareftirlitið.
Torben Nielsen, fyrrverandi danski tjóðbankastjóri, er nevndarformaður í Eik og sambært Fíggjareftirlitnum tann, sum bankin nú er bundin at.
Tí hevur Fíggjareftirlitið heitt á bankan, um at gera eina meting av støðuni.
- Bankin hevur fingið álagt at gera eina sjálvsmeting av nevndini í bankanum, skrivar Fíggjareftirlitið í niðurstøðuni









