Torben Krogh deyður

Torben Krogh, sum var blaðstjóri á Information, er deyður. Hann var 63 ára gamal. Torben Krogh arbeiddi í danska blaðheiminum í meiri enn 40 ár. Hann var blaðstjóri á Minavisen og Socialistisk Dagblad, sum SF gav út, og í tveimum skiftum var hann blaðstjóri á Information. Torben Krogh var eisini formaður í nevndini fyri Danmarks Journalisthøjskole.

Á altjóða pallinum var hann eisini virkin í felagsskapinum UNESCO.

Torben Krogh skrivaði oddagreinar fyri Information til sín deyðadag. Tann seinasta stendur í dagsins blaði.