Nýggi stórskíggin í Gundadali varð raktur, tá toran gekk í gjár.
Talan er ikki um somikið stóran skaða, at skíggin ikki kann nýtast, tá B36 í morgin spælir heimadyst. Men tá fólk hjá B36 í dag gjørdu ymsar royndir við skíggjanum varnaðust tey, at á pørtum av stórskíggjanum vóru bert svartir blettar, tí partur av skíggjanum fekk skaða av toruni.