Tora ikki at tosa

Tá ÍF í gjár fekk úrskurðin um leikbannið hjá Bartali Eliasen, var formaðurin í felagnum alt annað enn fegin. Men hann vildi kortini ikki gera viðmerkingar til tað, sum hann hevði fingið at vita frá FSF. – Eg má siga, sum er, at eg eri fratørur. Men eftir tað, sum nú er hent, so tori eg slettis ikki at gera nakrar viðmerkingar yvirhøvur, sigur Dan Petersen, formaður í ÍF.