Tóra gevst sum leiðari í barnagarðinum

- At arbeiða sum lærari ella námsfrøðingur krevur ómetaliga stórt tol, og ofta hugsi eg, at starvið er eitt kall, segði Súni í Hjøllum við fráfaringarløtuna fyri Tóru Johannessen.

 

 

 

 

Tveir dagar fyri jólaaftan var fráfaringarløta fyri Tóru Johannessen, ið nú er givin sum leiðari í Barnagarðinum á Svangaskarði á Toftum. Tað var í heyst, at hon boðaði frá, at hon ynskti at gevast sum leiðari til jólar í ár, nú hon hevur røkt leiðarastarvið í næstan 15 ár.

 

Við fráfaringarløtuna segði borgarstjórin í Nes kommunu, Súni í Hjøllum, nøkur orð og handaði Tóru Johannessen ein málning sum gávu. Hann segði, at tá hann fyri mongum árum síðan søkti inn á Føroya Læraraskúla og fekk svarskriv um, at hann var upptikin, var eitt longri skriv við.

 

- Í skrivinum stóð eitt nú, at lærarastarvið var eitt kall. Tá kom eg at hugsa um, at lærarastarvið í ávísan mun kann samanberast við eitt prestastarv.

 

Súni í Hjøllum helt fyri, at nú ljóðar hetta kanska nokso álvarsligt.

 

- Men, eitt haldi eg er púra vist, at skal arbeiðið í skúla ella á dagstovni eydnast, so er ein av fyritreytunum, at starvfólkini eru góð við børnini, fara væl um tey og duga at laga seg til tað einstaka barnið við teimum fyritreytum og umstøðum, haðani børnini koma. 

 

Hann ásannaði, at arbeiðið sum lærari ella námsfrøðingur krevur ómetaliga stórt tol, og ofta hevur hann hugsað um, at slík størv eru eitt kall.

 

- Samtíðin setir stór krøv til dagstovnarnar, starvsfólkini og ikki minst til leiðaran, sum vegna kommununa skipar fyri.

 

Súni í Hjøllum vísti á, at sera nógv er broytt, síðan dagrøktin í Nes kommunu sá dagsins ljós í 1986, og hann ásannaði, at tað eisini er nógv broytt, síðan Tóra Johannessen tók við sum leiðari í barnagarðinum hin 1. juni í 2008.

 

- Sum leiðari hevur tú upplivað útbygging av barnagarðinum, seinni við vøggustovu og í fjør, at skúlabólkurin fór yvir í nýggja Frítíðarskúlan.

 

Borgarstjóri segði, at Tóra Johannesen leingi hevur verið í starvi hjá Nes kommunu - og nógv longri enn hesi út við 15 árini sum leiðari. Umframt árini sum leiðari, arbeiddi hon í dagrøktini í árini 1986-1994 og í barnagarðinum sum námsfrøðingur við Ingrid sum leiðara árini 2003-2006.

 

##med2##

 

Súni í Hjøllum segði, at Tóra Johannessen soleiðis hevur verið í starvi hjá Nes kommunu í umleið eina fjórðings øld. Vegna Nes kommunu takkaði hann fráfarna leiðaranum hjartaliga fyri sera gott samstarv, trúgva og drúgva tænastu.

 

- Vit ynskja tær blíðan byr og Guds signing í nýggja námsfrøðiliga starvinum, sum uttan iva eisini kennist tær sum eitt kall, segði borgarstjórin í Nes kommunu.

 

Meira kann lesast um fráfaringarløtuna á heimasíðuni - www.nes.fo