Tór-Ingar: Nú sær svart út

07 Vestur hevur bæði oddaliðini á útivølli tvey tey komandi umførini

Effodeildin: Liðskiparin og veteranurnin hjá 07Vestur, Tór-Ingar Akselsen segði sum var, tá Rás2 fekk orðið á hann, aftaná 0-1 tapið ímóti Víkingi í Sørvági fyrr í kvøld, at nú sær svart út.

 

Við einum sigri hevði 07Vestur kunnað hálað inn á TB, KÍ og AB, og veruliga fingið ein risastóran spenning um niðurflytingarplássini í effodeildini, men nú eru sjey stig upp til niðurflytingarstrikuna, og komandi umførini hevur 07Vestur oddaliðini, ÍF og HB á útivølli. Tór-Ingar letur tó ongan iva verða um, at 07Vestur spælir fyri møguleikanum, hóast hesin er tódnaður nógv.

 

Erling Jacobsen hjá Víkingi fegnaðist um, at liðið loksins fekk ein sigur aftur í landskappingini, men hann harmaðist um, at ein útvísing hjá Atla Gregersen var neyðug, áðrenn liðið veruliga tendraði, og fekk tryggjað sær øll trý stigini við einum væl spældum máli hjá Finni Justinussen.

 

Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Tór-Ingar Akselsen og Erling Jacobsen søgdu við Ràs2 aftaná dystin.