Toppurin verður í Gundadali

Toppskjúttin Arnbjørn Hansen í EB/Streymi er skaddur í fleiri vikur, og B36 hevur sagt samstarvið upp við miðverjan Sekou Tidiane Souare

Tølini siga, at tað er felags fyri HB og Víking, at verjuspælið hevur ver­ið gott, tí bara eitt mál er farið ígjøgnum.
Manningarliga eru báðir partar væl fyri:
– Vit eru slopnir undan skaðum, og tað sær skilabetri út, enn tað gjørdi í fjør. Profilarnir hava verið væl upplagdir, men tað hevur eisini verið hugaligt at síggja, at teir, sum eru komnir aftrat, hava staðið seg væl staðfestir HB venjarin Sigfríður Clementsen.
Millum profilarnar, sum hava verið ógvuliga eyðsýndir, er Símun Samuelsen í vinstra borði.
Avbjóðingin hjá Jógvani Martin Olsen og Víkingi er at byrgja upp fyri broddinum í vinstra borði hjá HB.
– Tað hevur verið tætt í øllum dystunum higartil. Vit hava megnað at hildið mótstøðuliðini burtur frá stórum málmøguleikum. Tað mugu vit miðvíst fokusera á, nú vit fara í Gundadal, har HB rættuliga tykist vera komið fyri seg, sigur Jógvan Martin Olsen.

Arnbjørn skaddur í fleiri vikur
EB/Streymur fær vitjan av FC Suður­oy. Skírisdag var úrslitið 1-1, tá ið hin uppflytarin, TB, vitjaði við Margáir.
Hóast teir megnaðu málleysan javnleik í Runavík, so er FC Suðuroy venjarin Pól F. Joensen ikki nøgdur við tað avrikið:
– Vit vunnu einki stig ímóti B36 og HB, men serliga ímóti B36 var avrikið nógv betri enn í Runavík. EB/Streymur er favorittur, men vit ætla okkum úrtøku, sigur Pól F. Joensen.
Eftir tríggjar ferðir 90 minuttir í landskappingini eigur FC Suðuroy framvegis fyrsta málið til góða. Í 5-0 steypasigrinum ímóti Skála vóru lyklaspælararnir Poul N. Poulsen, Palli Augustinussen, John T. Poulsen og David Asare bara ein part av tíðini á vøllinum.
– Ímóti EB/Streymi vera teir allir við frá byrjan, og nú vóna vit, at góða gongdin í málskjótingini ímóti Skála fer at halda fram í lands­kappingini.
Arnbjørn Hansen fór skaddur av vøllinum í Fuglafirði, Pætur Dam Jacobsen er plágaður av lið­bands­skaða, og Leif Niclasen er eisini lið­bandsskaddur:
– Tað er greitt, at skaðin hjá Arn­birni í lærkrikanum fer at halda honum burtur í 3-6 vikur. Levi Hanssen var fremsti maður í 2. hálvleiki í Fuglafirði, og tað kláraði hann væl. Pætur er skaddur, men kanska verður Leif førur fyri at spæla. Hann var á vøllinum eina løtu í Fuglafirði, og síðani hevur hann ikki vant, sigur EB/Streyma venj­arin Heðin Askham.
Venjarin fegnast um 4-2 sigurin í Fuglafirði:
– Higartil hava vit klárað okkum illa. Í Fuglafirði var hugburðurin góð­ur, vit stríddust sum eitt lið, og tað var positivt.

Tidiane givin í B36
Tá ið B36 spælararnir vandu í gjár­kvøldið vórðu teir kunnaðir um, at miðverjin Sekou Tidiane Souare er givin í felganum. B36 met­ir ikki, at útlendski spælarin er betri enn hinir, ið kunnu røkja mið­verju­plássið.
Burtursæð frá Jákupi á Borg eru allir á meistaraliðnum væl fyri, nú teir skulu vitja TB.
Spurningurin er, um dysturin verður á nýggja vøllinum í Trongis­vági ella á Vágseiði. Vøllurin í Trongis­vági eg liðugur. Eitt av krøv­unum, ið føroyskur fótbóltur hevur sett sær sjálvum, og sum er undir eftirliti av UEFA, er, at í minsta lagi 300 sitipláss eru kring vøllin. Loyvisnevndin hevur fingið málið at viðgera.
Á Tvøroyri fegnast teir um fyrsta stigið, sum varð vunnið í 1-1 javn­leikinum í Streymnesi.
– Eg eri nøgdur við spælið, men í avgerandi støðunum eru vit ikki nóg fokuseraðir. Tað arbeiða vit við, sigur TB venjarin Milan Kuljic.

Toftamenn eru málleysir
Grannauppgerð verður á Svanga­skarði. B68 hevur higartil hvørki vunnið stig ella skorað mál í lands­kappingini, meðan NSÍ hevur fýra stig.
Ábyrgdarmaður fyri heima­lið­num er Pauli Poulsen, sum í fjør var venjari í Runavík.
– Vit vóna og trúgva uppá, at tað gongur rætta vegin. Í Gundadali ímóti HB var avrikið vánaligt. Síð­ani hevur tað verið væl betur, hóast vit ikki hava vunnið stig. Ímóti ÍF vóru vit óhepnir, og hóast vit taptu í Gøtu, so vóru vit væl við, heldur Pauli Poulsen.
Toftamenn hava verið óvanliga nógv skaðaplágaðir, og hóast onkrir eru um at koma fyri seg, so er tað framvegis stórur saknur í lang­tíðarskaddu framrættaðu monn­unum.
Kári Reynheim er venjari í Runavík:
– Í steypadystinum í Klaksvík fóru fýra mál ígjøgnum, og tað eig­ur ikki at koma fyri. Har vóru vit ov slappir og ov lítið grammir í stríð­num um returbóltarnar, sigur NSÍ venjarin Kári Reynheim, ið er væl nøgdur við avrikini í lands­kapp­ingini:
– Vit hava verið væl skipaðir, og tað hevur borið við sær, at mót­støðu­liðini ikki hava spælt seg til nógvar málmøguleikar. Í álops­part­inum hava vit ikki verið nóg neyvir, staðfestir NSÍ venjarin.
Helgi L. Petersen var ikki við í 4-2 steypatapinum í Klaksvík. Hann verð­ur í miðverjuni ímóti B68.

Mistøkini skulu ruddast burtur
Fuglfirðingar mistu 2. páskadag møguleikan at vinna seg í steypa­finaluna triðja árið á rað. ÍF venjarin Flemming Christensen heldur, at talan var um tvær orsøkir.
– Vit høvdu ikki marginalirnar við okkum á tann hátt, at eitt mál hjá okkum var kolldømt fyri skeivan rangstøðudóm, og vit halda, at teir fingu eitt mál, sum átti at havt verið kolldømt fyri rangstøðu. Tað kunnu vit einki gera við. Men tað kunnu vit við mistøkini, sum vóru orsøk til málini hjá EB/Streymi.
– Tað kostaði dýrt at missa á egnari hálvu í uppspælinum og at vit ikki vóru nóg nærlagdir í eftir­ansingunum. Hesi mistøkini hava vit ikki gjørt í landskappingini, og nú mugu vit fokusera á góðu av­rikini í landskappingini.
ÍF venjarin hevur sæð KÍ nakrar ferðir, og hann roknar við tættari uppgerð:
– Tað eiga at vera vánir fyri størri úrtøku enn í fjør, tá ið KÍ vann allar tríggjar dystirnar ímóti ÍF. Um vit spæla upp til okkara besta, so eigur tað at bera úrtøku við sær.
Bogi Løkin og Alexandar Jovevic hava nú vant saman við hinum, og Høgni Madsen er komin aftur úr páskafrí og er klárur at spæla ímóti gomlu liðfeløgunum í Klaksvík.
KÍ venjarin Páll Guðlaugsson er væl nøgdur við avrikið í 4-2 steypa­sigrinum ímóti NSÍ:
– Tað var besta avrikið higartil í ár. Liðið er ungt, og eg vænti, at talan fer at verða um støðuga menn­ing, sigur Páll Guðlaugsson.
Álvur F. Christiansen er fram­vegis skaddur, og Petur Andreasen hevur ikki vant eftir stoyt, sum hann fekk í unglingadysti í Streym­nesi fyrr í vikuni. Rudolf Eliasen er farin at venja aftur eftir drúgvan skaðasteðg.