FÓTBÓLTUR
Chelsea vísir óhugnaliga styrki til tíðir. 0-4 á útivølli er eitt sera gott úrslit, sum staðfestir støðuna hjá Chelsea sum oddalið. Manchester United vísti eisini styrki á sama hátt, og reistist sum um einki var hent farna vikuskiftið.
Arsenal, sum er trý stig aftan fyri Manchester United við einum dysti til góðar, basti Tottenham og grannauppgerðini og harvið er Arsenal ósigrað í seks dystir á rað – av teimum hava teir vunnið fimm.
Manchester City, Tottenham, Liverpool, Aston Villa, Sunderland og Stoke, sum eru næstu liðini á stigatalvuni, settu øll stig til og mistu av tí sama eitt fet í oddinum. Vert er at hefta seg við javnleikinum hjá Manchester City móti Birmingham, tí hetta er fjórði dysturin á rað, sum Manchester City bara fær eitt stig.
Í hinum endanum á stigatalvuni sær tað heilt galið út hjá West Ham, sum ikki hevur vunnið seinastu níggju dystirnar. Seinasti og einasti sigurin higartil hjá West Ham var á fyrsta leikdegi tann 15. august, tá West Ham vann við tveimum málum móti ongum á útivølli móti Wolverhampton.