TB, KÍ og 07 Vestur kappast um at vinna annað av teimum báðum plássunum, sum bera uppflyting við sær.
Felags fyri hesi trý er, at tey seinnapartin í dag fara at spæla á útivølli í Eysturoy.
Toppliðið, TB, fer at vitja við Løkin í Runavík, og KÍ fer eitt vet longur út eftir eystara armi á Skálafjørðinum. Klaksvíkingar fara at vitja á Svangaskarði. Eingin ivi er um, at bæði TB og KÍ eru favorittar.
07 Vestur fer til Leirvíkar. Vágamenn mugu metast at vera favorittar, men viðhvørt spæla teir næstbestu hjá Víkingi favorittunum eitt puss.
Í Gundadali verður grannauppgerð millum FC Hoyvík og HB, og á Argjum fer EB/Streymur at vitja.
Víkingur-07 Vestur: Alex Troleis kl. 15.00
B68-KÍ: Rói Jacobsen kl. 15.00
NSÍ-TB: Petur Reinert kl. 15.00
FC Hoyvík-HB: Páll Augustinussen 16.00
AB-EB/Streymur: Dia Lamhauge 16.30
Støðan
TB 35
KÍ 34
07 Vestur 33
HB 27
EB/Streymur 26
Víkingur 25
AB 20
NSÍ 19
FC Hoyvík 17
B68 2
TB og HB hava spælt 18 dystir, og hini liðini hava spælt 17 dystir.