Toppurin stendur uppá spæl

Kvinnur: Vinnarin í Gundadali í kvøld verður nýtt oddalið

 

Klokkan 18 verður fyrsta bríksl millum HB og KÍ í Gundadali. Tað liðið, sum vinnur í kvøld, verður nýtt topplið.

Undan hesum umfarinum er ÍF/Víkingur/B68 oddalið við fjúrtan stigum. HB og KÍ hava trettan stig. ÍF/Víkingur/B68 hevur spælt sjey dystir, og heldur frí hetta vikuskifti. HB og KÍ hava spælt seks dystir.

Hin dysturin verður undir Mýruhjalla á Skála, har EBS/Skála klokkan 13 fær vitjan av B36.

 

EBS/Skála – B36: Sámal Einarsson kl. 13.00

HB – KÍ: Poul Arni Jensen kl. 18.00