Toppurin smalkaði

Hóast tað enn er langt á mál, tykjast tað nú bert vera trý lið, sum fara at kappast um FM. Í hinum endanum er somuleiðis talan um trý lið

At broytingar henda skjótt í fótbóltsheiminum, er farna vikuskifti eitt talandi dømi um.

Undan vikuskiftinum vóru nevnliga fimm lið, sum høvdu ein veruligan møguleika at gera seg galdandi í FM-stríðnum, men í dag munnu tað bert vera trý teirra, sum framvegis kunnu roknast sum seriøsir biðlar til gullið.


Eingin endurtøka

KÍ ósigurin á heimavølli fyri HB boðar í øllum førum um, at talan undir ongum umstøðum verður um nakra endurtøku av FM-gullinum frá í fjør.

Gaman í eru framvegis 21 stig eftir at spæla um, men tað kann neyvan roknast við, at klaksvíkingar vinna seg inn aftur á HB, nú 9 stig eru upp til høvuðsstaðarfelagið.

Heldur ikki B36 kann longur roknast millum teirra, sum kunnu gera seg galdandi. Í árstalsfelagnum høvdu tey helst vónað, at teir báðir nýggju útlendingarnir kundu gera sítt til at lyfta spælið upp á eitt hægri støði. Hetta varð tó av ongum, og ósigurin fyri B68 merkir eftir øllum at døma, at FM dreymurin noyðist at bíða í øllum førum eitt ár afturat.

B68 helt hinvegin fast um sínar vónir við sigrinum á B36. Sigurin merkti samstundis, at B68 fyri fyrstu ferð hevur fingið seks stig úr Havn inn á Toftir, so um tofamenn smílast í hesum døgum, man tað ikki vera so løgið.

Tey bæði liðini, sum frammanundan vóru á odda, vunnu bæði sínar dystir. Serliga var tað HB sigurin í Klaksvík, sum fólk bitu merki í, tí frammanundan var hetta mett sum eitt slag av lagnudysti hjá báðum feløgum.

Hjá HB var Allan Mørkøre aftur at síggja á liðnum, eftir at hann er komin aftur úr Íslandi, og einki er at ivast í, at hann er ein munandi styrkur hjá HB liðnum. Leikliga er hann neyvan vorðin verri av tíðini í Íslandi, og so hevur hann eisini royndir í yvirmát. Nakað sum annars hevur verið roknað sum veikasta liðið í HB ketuni.

VB eigur tó á ongan hátt at verða gloymt burtur í hesum sambandi. Fleiri eru annars tey, sum ígjøgnum árið hava mett, at talan bert hevur verið um eitt upplop hjá vágbingum, men enn hanga teir so fastir í toppinum. Hesu ferð var tað á Sandi at teir fingu stigini, og megna teir eisini at fáa trý stig, tá Klaksvíkingar koma á vitjan næstu ferð, fer tað helst at síggja heilt gott út hjá vágbingunum.

Eydnast tað teimum, verða tað helst nógvir vágbingar, sum fara at ganga spentir móti endanum av hesum mánaðinum. Tá kemur HB nevnliga á vitjan, í einum dysti, sum meira og meira líkist dystinum, sum skal avgera FM-heitið.


Óbroytt í botninum

Tey trý liðini, sum frammanundan mannaðu botnsessirnar, taptu øll, og felags fyri tey, var at øll hildu, at tey áttu at fingið meira burtur úr hesum umfarinum.

Ónda ringrásin, sum so ofta eyðkennir botnlið, var tó eisini galdandi í hesum føri, soleiðis at liðini ikki megna at taka av teimum møguleikum, sum tey fáa.

Sumbingar tykjast vera teir, sum eru ringast sperdir av teimum trimum í botninum. Teir eru í løtuni tvey stig niðanfyri hini bæði, og harafturat skal leggjast til merkis, at tey seks stigini, sum teir hava fingið, eru komin til høldar á heimavølli móti júst hinum báðum botnliðunum.

Hetta merkir eisini, at teir soleiðis longu hava nýtt kvotuna upp á tveir sigrar um árið, sum teir hava fingið tillutað í fjør og fyrra árið. Møguliga megna teir tó at hækka hesa kvotuna í ár, og í øllum førum tykjast teir vera betur fyri nú enn í fyrru hálvu. Í øllum førum hvat fólki viðvíkur.

Hvørki sandoyingar ella vágamenn meta sjálvir, at teir hoyra heima somikið niðarliga á stigatalvuni, men eftir kalda veruleikanum at døma, skulu tey berjast hart, fyri ikki at enda á nøkrum niðurflytingarsessi.

Á pappírinum eru tað kanska vágamenn, sum hava eina betri dystarskrá undan seinasta góða triðinginum av kappingarárinum. Hinvegin hava sandoyingarnir drúgvari royndir, tá tað snýr seg um at yvirliva, og ofta viga hesar rættuliga nógv. Týdningurin av, um Waldemar Nowicki gerst 100% klárur aftur sum skjótast, kann tó neyvan yvirmetast. Í fjør varð hann kosin besti málverji í landinum, og eisini í ár hevur hann verið borganin fyri nøkrum stigum til oynna. M.a. tá hann so at siga einsamallur syrgdi fyri stigamissinum, sum VB hevur verið fyri á heimavølli.


Og so hini

Eftir eru so fýra lið, sum at kalla einki hava at spæla fyri, tað sum eftir er av kappingarárinum.

Hetta er kanska at taka í so dyggan til, tí sjálvsagt hava serliga B36 og KÍ møguleika at vinna seg upp á triðja plássið, sum gevur atgongd til Inter-Toto komandi ár, og møguliga upp á eitt silvur-pláss og harvið UEFA-cup.

Spurningurin er tó helst, um hetta er nóg mikið til at halda spælarunum til, tá talan er um feløg, sum helst vilja vera partur av gullstríðnum.

Gøtumenn hava longu vunnið steypakappingina, og eru sostatt tryggjaðir europeiskan fótbólt komandi kappingarár. Hugburður teirra hevur tó altíð verið av slíkum slag, at eingin skal rokna við, at teir fara at geva nakað frá sær soleiðis uttan víðari.

Fjórða liðið í mittasta bólkinum eru runavíkingar, og í mun til hini trý liðini, eru teir helst væl nøgdir við at vera í hesum bólkinum.

Stutt undan summarsteðginum var annars tosað um, at kreppa valdaði í Runavík, men seks stig í teimum báðum seinastu dystunum hava merkt, at runavíkingarnir nú eru at kalla leysir av niðurflytingarvandanum.

Merkisvert er í hesum sambandi, at positiva gongdin hjá NSÍ fall saman við enn einum come-back frá æviga unglinginum, Abraham Hansen, sum nú eitur Løkin. Ófatuligt at hann framhaldandi kann megnar at gera seg galdandi millum leikarar, sum ikki vóru bornir í heim, tá hann á sinni var partur av gull liðinum hjá fuglfirðingum!


Nýggjar reglur

At enda skal nevnast, at vit nú eisini skulu venja okkum við nýggju reglurnar fyri málverjar. Vit sóu longu undir EM, hvussu hesar virkaðu, og hóast tað enn er stutt fráliðið, so kann longu staðfestast, at hetta hevur havt positiv árin á spælið.

Seks sekund er hóast alt nóg mikið hjá einum málverja at líta seg í kring, áðrenn bólturin verður sendir út aftur í spæl, og undirhaldsvirðið er eisini størri, tá málverjarnir ikki longur hava so góðar umstøðu at dríggja sær tíðina.

Skal nakað negativt sigast í so máta, kann nevnast, at tað er nógv sum bendir á, at hetta ikki betrar um umstøðurnar hjá landsliðið okkara. Har hava málverjar okkara ofta havt stóran týdning, tá setningurin hevur verið at taka ferðina av spælinum hjá mótstøðuliðnum.