Toppurin í hitan aftur

Tríggjar sterkar kappingar verða í hesum døgum telvaðar, tann eina í Meksiko har millum annað Anand luttekur og ein í Bosnia har Topalov saman við Sokolov stríðast. Mest áhugaverda kappingin er tó í Kasakstan við eitt nú Kasparov og Kramnik millum luttakararnar

 

Talv:


Ikki er tað gerandiskostur í talvheiminum at tríggjar sterkar stórmeistarakappingar verða telvaðar samstundis.

Tað eru tó fleiri aðrar minni sterkar kappingar kring heimum í hesum døgum, eitt nú ein stór opin kapping í Liktenstein, har Martin Poulsen saman við øðrum næmingum úr Tjele Efterskole luttekur. Martin hevur hálvtannað stig av trimum møguligum, og í øðrum umfari fekk hann javnleik ímóti hollendskum altjóða meistara. Eitt sera flott úrslit. Hann vann móti væl lægri telvara í fyrsta talvinum, meðan hann tapti í triðja umfari ímóti sterkari telvara. Fylgjast kann við Martin á www.supra.net/schach.

Tann veikara av teimum trimum stórmeistarakappingunum er í Bosnia. Eftir sjey umførum liggja Topalov, Georgiev og Smirin á odda við fimm stigum, meðan Sokolov hevur hálvtfjórða stig og liggur á einum sætta plássi. Níggju umfør skulu telvast.

Í Merida, Meksiko, manna Anand, Khalifman, Short og lokali Hernandez fýramans hópin. Tvær reisir skulu teir hittast, seks umfør. Anand liggur trygt á odda við hálvumtriðja stigi av trimum møguligum. Khalifman og Short hava hálvtannað, meðan Hernandez sum eisini hevur nógv tí lægstu ratingina, hevur hálvt stig. Anand hevur leikt sera væl higartil.


Russar omaná

Fimm superstórmeistarar og ein lokalur, men eisini sterkasti telvari úr Kasakstan stríðast í hesum døgum í jubilæumskapping í Astana, Kasakstan. Tað er nevnliga tíggju ár síðani Kasakstan bleiv egin tjóð.

Luttakarnir eru Kasparov, Kramnik, Morozevich, Shirov, Gelfand og Sadvakhasov, sum er lokala hetjan, men sanniliga eisini nógv tann veikasti tá rating viðvíkur. Eins og í Merida verður leikt tvær reisir ímóti hvørjum øðrum, tað vil siga tíggju umfør.

Fyrsta umfar bleiv leikt sunnudagin, og vunnu teir tríggir russarnir síni talv. Morozevich niðurspældi Sadvakhasov, Kramnik vann eitt drúgvt men klassiskt talv ímóti Gelfand, meðan Kasparov vann sera flott við svarta fólkinum á Shirov, sum hevur eitt Kasparov kompleks. Kasparov er nevnliga í sigrum á odda 12-0 ímóti honum.

Kasparov hevur tí fingið bestu byrjan við sínum sigri við svarta fólkinum. Talvið er við í blaðnum í dag. Fylgjast kann við kappingunum í Meksiko og Kasakstan beinleiðis á www.kasparovchess.com.


Vil síggja føroysku talvini

Eftir lokna kapping, hon endar 1. juni, vendir Kasparov skjótt eyguni til okkara Føroyar. Hendan stórsliga vitjan verður í døgunum 8-12. juni. Meir um skránna hjá Kasparov í komandi viku.

Men sigast kann at sunnudagin 9. juni fer hann at telva simultandyst ímóti landsliðnum, og verður hann tá væl fyrireikaður til hendan dyst. Hann hevur nevnliga persónliga heitt á TSF at fáa øll talvini hjá føroysku landsliðstelvatnum til hølvdar, soleiðis at hann kennir føroysku mótstøðuna væl og virðiliga.

Hann tekur ivaleyst hendan dyst í ramasta álvara, sjálvt um hann er stórfavorittur at vinna 6-0. Neyvan høvdu teir á landsliði okkara vænta at sjálvur Kasparov nakrantíð fór at fyrireika seg ímóti júst teimum, men hetta er sostatt veruleikin.