Hóast hagtøl í sjálvum sær ikki avgera nakran dyst, so staðfesta hesi, at fremstu liðini hava munin søguliga, tá teyr fara á vøllin kring landið sunnudagin. Soleiðis hevur NSÍ ikki tapt á Sandi seinastu tíggju árini. B36 stendur seg vanliga væl á heimavølli móti KÍ, hóast klaksvíkingarnir hava argað nakað. Og bæði EB/Streymur og HB hava eisini hagtølini í sínum parti, tá tosað verður um útidystir móti ávikavist GÍ og Skála. Talvan sýnir, hvussu úrslitini hava verið, tá mótstøðuliðini sunnudagin hava dystast í tilsvarandi dystunum í Formula-deildini seinastu 10 árini.










