Fótbóltur
Eftir 10. umfar er tað einki, sum bendir á, at nakað annað felag enn tey trý, sum nú eru fremst, skulu verða við í kappingini um tey bæði plássini, sum bera uppflyting við sær.
TB og LÍF hava verið roknað sum møgulig boð upp á uppflyting. Hesi bæði taptu á útivølli, og avrikini bendu ikki á, at tey skulu verða før fyri at taka munin innaftur, sum longu er millum tey og tey fremstu.
B36 er greitt aftast, men aftur hesa ferð sást, at teir í árstalsfelagnum hava góða manning. Tað kunnu teir í FSV04 skriva undir uppá. Í kappingini um næstaftasta plássið er so mikið tætt, at tað eftir lítið meiri enn einum umfari ber til at ímynda sær tann møguleikan, at LÍF, sum nú er á fjórða plássi, kann detta niður á næstaftasta plássið.
FSV04 vann 3-2 á B36 í8 Gundadali, men tað stóð nógv á. Allan Mørkøre legði tíðliga í 1. hálvleiki B36 framum. Miðskeiðis í 1. hálvleiki misti FSV04 ein mann, tá ið Hans Arni Ellefsen varð vístur av vøllinum, tí hann hevði brúkt neyðbremsuna.
Í 2. hálvleiki javnaði innskifti Karl Johan Djurhuus, sum eftir útvísingina var einsamallur álopsspælari, men Áki Mørk legði B36 framum aftur.
So var tað, at toppskjúttin hjá FSV04 Andrzej Stretowicz fór at gera um seg. Fyrst javnaði hann til 2-2 við brotssparki, sum Jógvan Holm tiltuskaði FSV04, og so skoraði Andrzej Stretowicz sigursmálið.
Um uppgerðin við Løkin í Runavík er metingargrundarlag, so er tað heilt víst, at TB fer ikki at spæla Formula fótbólt næsta ár. Sama metingargrundarlag sigur, at uppflytararnir úr NSÍ eftir øllum at døma fara at standa seg í deildini.
NSÍ vann tryggan og uppibornan 3-0 sigur á TB. Sonni L. Petersen skoraði við høvdinum til 1-0 eftir innlegg úr høgru, og beinanvegin eftir steðgin økti Bergur Djurhuus til 2-0 við skoti úr høgru. TB flutti Óla Johannesen fram í álopið, men NSÍ málverjin Predrak Stankovicz noyddist bara eina ferð at vísa síni evni.
Fram ímóti dystarenda staðfesti Debus Danielsen trivaliga og eitt sindur óvæntaða heimasigurin. Eisini hesa ferð kom skotið eitt sindur úr høgru og inn við nærra stólpa.
ÍF syrgdi við 3-1 sigri í Sørvági fyri, at tað framvegis er kapping um næstfremsta plássið.
Bartal Eliasen við stútara og Nenad Saric eftir leysspæling av Elvin skoraðu til ávikavíst 1-0 og 2-0 í 1. hálvleiki, tá ið fuglfirðingar vóru greitt omaná. Eftir steðgin økti Vincent Jacobsen til 3-0, tá ið hann við fremra stólpa við høvdinum stýrdi frísparksinnleggi úr høgru í kassan. Jørgin Meitilberg minkaði um munin til 3-1, tá ið hann eftir fríspark lyfti upp um málverjan.
Í Klaksvík hittust KÍ og HB longu klokkan 11. Tað var sera javnt og tætt í uppgerð við hampuligum leikligum støði og ongum kortum.
KÍ skoraði sigursmálið í næstsíðsta minutti. Jón Jacobsen legði flatt innfyri úr vinstru, bólturin fór framvið fleiri verjuspælarum, og við handara stólpan var Rudolf Eliasen púra leysur, tá ið hann setti bóltin í netið.
Longu Kristi himmalferðardag vann B68 4-1 á LÍF. Øssur Hansen umsetti brotsspark, sum varð dømt ímóti Jann Inga Petersen til 1-0. LÍF misti Sigfríða Olsen í 1. hálvleiki, men hóast teir vóru undirmannaðir, eydnaðist tað Adriani Joensen av javna til 1-1, eftir innlegg úr vinstru frá Sølva Vatnhamar.
Eftir steðgin helt B68 yvirvágin fram. Alexandro Casthilio skoraði til 2-1, eftir at Øssur Hansen hevði lagt fríspark innfyri og Ovi Magnussen hevði skallað upp á tvørs. Jann Ingi Petersen økti til 3-1 við hornasparki úr vinstru, og Jann Ingi Petersen átti uppleggið til 4-1 málið, sum Alexandro Casthilio skoraði.