22. umfar í Vodafonedeildini er á skránni seinnapartin í dag og í morgin. Fyrsta bríkslið í fýra dystum verður klokkan 15, og í oyggjauppgerðini við Løkin í Runavík fer bólturin á rull klokkan 18 í morgin.
FM stríðið er framvegis ein uppgerð fyrst og fremst millum B36 og Víking. Felags fyri hesi bæði er, at tey í dag skulu royna seg á útivølli.
Oddaliðið, B36, fer at vitja á Toftum, har høvuðsstaðarliðið ofta hevur havt tað torført. Síðsta dømið um hetta var 11. mai, tá ið úrslitið varð 2-2, eftir at B36 leingi hevði sitið á øllum og verið frammanfyri við tveimum málum.
Henda sama dagin í mai mánað fór Víkingur úr Gundadali við 2-1 sigri á HB. Síðani hevur tað gingið av skriðuni hjá meistarunum tey bæði seinastu árini. Meðan Víkingur í dag fer at stríðast fyri at varðveita sambandið við B36, so er setningurin hjá HB at arbeiða seg burtur frá niðurflytingarstrikuni.
Steypavinnararnir í EB/Streymi lúra framvegis eftir møguleikanum at skifta bronsumerkini, sum teir longu mest sum hava tryggjað sær, út við okkurt, sum er fínari enn so. Teir eru stórfavorittar á heimavølli ímóti KÍ, sum var alt annað enn sannførandi mikukvøldið, tá ið teir bláu ikki vildu bjóða B36 av, men longu frá fyrsta bríksli royndu at avmarka tapið. 11. mai vann EB/Streymur 2-0 á KÍ við Margáir.
07 Vestur er stórfavorittur á heimavølli ímóti mest sum niðurflutta B71. Um tað eydnast vágaliðnum at vinna fulla úrtøku, so er møguleiki fyri at leypa av áttanda og fram á fimta pláss. 11. mai vann 07 Vestur 2-1 á B71 í Sørvági.
Hóast 3-2 heimasigur á B71 mikukvøldið, so er ÍF framvegis illa spert í stríðnum um at sleppa undan niðurflyting. Oyggjauppgerðirnar við Løkin hava ofta verið tættar. Síðsta dømið um hetta var 12. mai, tá ið ÍF fór til hús aftur við einum stigi. Úrslitið var 1-1.
Fótbóltsveðrið er gott kring alt landið, og soleiðis verður tað eisini restina av degnum: lítil og eingin vindur, sól í støðum og hitin millum 10 og 13 stig.
Í dag
07 Vestur-B71: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00
B68-B36: Rói Jacobsen kl. 15.00
EB/Streymur-KÍ: Georg N. Rasmussen kl. 15.00
HB-Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Mánadagin
NSÍ-ÍF: Rúni Gaardbo kl. 18.00
Støðan
B36 52
Víkingur 48
EB/Streymur 44
NSÍ 32
B68 23
HB 22
KÍ 22
07 Vestur 20
ÍF 19
B71 10
Øll liðini hava spælt 21 dystir uttan EB/Streymur og ÍF, sum hava spælt 20 dystir.