Toppurin er víðopin

B36 og HB eru púra jøvn ovast, og nú bjóðar KÍ av álvara av í kappingini um heiðursmerkjaplássini

Tað er fullkomuliga opið í toppstríðnum og í kappingini um heiðursmerkjaplássini. Í dýrdarveðri í Gundadali vann B36 framúr undirhaldandi og ferðmikla uppgerð ímóti HB 3-2. Tað gekk skjótt fyri seg, fótbóltsspælið var tað nógva av tíðini fínt, tað vóru spentar støður í báðum endum, tað vóru fimm mál, liðini skiftust um at leggja seg framum, tað vórðu skorað fimm mál, og fram ímóti dystarenda var reyða kortið á lofti.

 

Tí var einki at siga til, at áskoðararnir í fullsettu HB og B36 skýlinum stóðu uppi tað mesta av tíðini.

Tað kókaði og spruttaði í sólini, og fram ímóti dystarenda var lagið sjálvandi betri í B36 húsinum.

 

Stóri B36 maðurin í kvøld var Høgni Eysturoy, sum leingi hevur verið skaðadarvaður, og sum framvegis ikki hevur verið millum teir fyrstu ellivu í ár. Hann plagar at spæla vongverji í høgru. Í kvøld var hann eitt korter eftir steðgin settur inn á framrættað pláss í vinstru, og tað var vorðin sum útskifting:

Høgni Eysturoy javnaði til, tá ið eitt stórt korter restaði, til 2-2, og lítla løtu seinni skoraði hann til 3-2, og hetta vísti seg at vera sigursmálið.

Einki er at siga til, at B36 fagnaðurin var øgiligur, tá ið Lars Müller bríklsaði fyri síðstu ferð. Nú hava bæði B36 og HB 17 stig. B36 málmunurin er +9, og HB málmunurin er +7. Harvið eru tað meistararnir í B36, sum eru ovastir.

 

Eftir stórt korter legði miðverjin Hørður Askham B36 framum eftir horna úr vinstru. Átta minuttir seinni javnaði Øssur Dalbúð eftir flatt innlegg úr høgru frá Jógvan Róa Davidsen, og bara tveir minuttir seinni var Teit Jacobsen upp á spæl. Aftur hesaferð var tað Jógvan Rói Davidsen, sum legði innfyri úr høgru, og tað var Øssur Dalbúð, sum legði bóltin fyri føturnar á Teit Jacobsen.

 

HB leiðslan var sum pøs av vatni í andlitið á B36, og eina løtu kendist tað sum um, at tað gekk fyri seg eftir treytunum hjá HB. So var tað, at Høgni Eysturoy varð skiftur inn, B36 vann 3-2, og nú er púra javnt millum stóru høvuðsstaðarfeløgini!

 

Mongu klaksvíkingarnir fóru ovurfegnir úr Sarpugerði, tá ið Eiler Rasmussen hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Talvan vísti 0-2, og tað ber við sær, at KÍ nú hevur togað seg fram á fjórða plássið – eitt stig aftanfyri Víking.

 

 

Hóast Víkingur fyrstu løtuna og aftur fram ímóti dystarenda hevði bóltin meiri enn teir bláu og hvítu, so megnaði heimaliðið so at siga ongantíð at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Tá ið bólturin varð servaður í brotsteigin frammanfyri Kristian Joensen, sum var sannførandi í KÍ málinum, var Jonas Flindt Rasmussen í gamla lagnum, tá ið hann vann luftdystirnar.

 

KÍ var rættiliga beinleiðis í álopspartinum. Tað bar spentar støður við sær, og KÍ skoraði eitt mál í hvørjum hálvleiki. Í báðum førum var Jóannes Bjartalíð málskjútti. Í fyrra hálvleiki var tað eftir fínt álop í høgru og innlegg frá Sørmundi Kalsø, at hann stútaði bóltin í málið, og eftir steðgin var tað eftir fríspark frá Súna Olsen, at hann skoraði stutt úr málinum.

 

 

AB bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum. Í kvøld endaði tað málleyst á heimavølli ímóti Skála, sum misnýtti brotsspark. Heðin Stenberg í AB málinum bjargaði skotinum hjá Skála liðformanninum Edvini Jacobsen úr ellivu metrum.

 

Skála hevur nú seks stig, og AB hevur fimm stig.

 

Á Svangaskarði vann ÍF við Jákupi Mikkelsen á beinkinum 2-1, eftir at B68 legði seg framum. Michal Przybylski legði B68 framum, men undan steðginum javnaði Adeshina Lawal fyri ÍF. Sigursmálið skoraði miðvallarin Bogi Reinert Petersen tíðliga í seinna hálvleiki.

ÍF hevur nú togað seg fram á ellivu stig og sætta plássið, meðan B68 er aftast við trimum stigum. Toftamenn bíða framvegis eftir fyrsta sigrinum.

 

 

 

B36-HB 3-2 (1-2)

1-0: Hørður H. Askham 17.

1-1: Øssur Dalbúð 23.

1-2: Teit Jacobsen 25.

2-2: Høgni Eysturoy 74.

3-2: Høgni Eysturoy 76.

Dómari: Lars Müller

B36: Tórður Thomsen – Jónas þór Næs, Andrias Eriksen, Hørður H. Askham, Benjamin Heinesen – Róaldur Jakobsen, Høgni Madsen – Jákup á Borg (Pætur Petersen, 12. /Hannis Agnarsson, 88.), Lukasz Cieslewicz, Gestur B. Dam (Høgni Eysturoy, 63.) – Jógvan Skeel Nolsøe

Gult kort: Gestur B. Dam, Benjamin Heinesen

Venjari: Eyðun Klakstein

HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Bartal Wardum, Ári Mohr Jónsson – Tróndur Jensen (Símin Hansen, 80.), Rókur Jespersen – Christian R. Mouritsen, Teit Jacobsen (Magnus Egilsson, 69.), Fróði Benjaminsen – Øssur Dalbúð (Poul Ingason, 63.)

Gult kort: Jóhan Troest Davidsen, Christian R. Mouritsen

Reytt kort: Jóhan Troest Davidsen 93. (2 gul)

Venjari: Jan C. Dam

 

 

Víkingur-KÍ 0-2 (0-1)

0-1: Jóannes Bjartalíð 25.

0-2: Jóannes Bjartalíð 60.

Dómari: Eiler Rasmussen

Víkingur: Geza Turi – Bárður J. Hansen, Erling Jacobsen, Atli Gregersen, Jákup V. Olsen – Sølvi Vatnhamar, Gert Hansen (Andreas Lava Olsen, 65.) – Magnus Jarnskor (Jobin Drangastein, 80.), Heðin Hansen, Hans Pauli Samuelsen (Jón  Krosslá Poulsen, 65.) – Philip Djordjevic

Gult kort: Heðin Hansen, Philip Djordjevic, Atli Gregersen

Venjari: Sámal Erik Hentze

KÍ: Kristian Joensen – Sørmundur Kalsø, Ahmed Mujdragic (Tórur Justesen, 57.), Jonas Flindt Rasmussen, David Langgaard – Jákup B. Andreasen (Heðin Klakstein, 90.), Semir Hadzibulic, Súni Olsen, Hjalgrím Elttør – Jóannes Bjartalíð (Niels Pauli Danielsen, 82.), Páll A. Klettskarð

Gult kort: Jonas Flindt Rasmussen, Súni Olsen, Jákup B. Andreasen

Venjari: Mikkjal Thomassen

 

 

 

 

AB-Skála 0-0

Dómari: Petur Reinert

AB: Heðin Stenberg – Sørin Samuelsen, Rói Danielsen, Dmitrije Jankovic, Jónas Stenberg – Dan í Soylu, Bárður Olsen, Aron Clementsen (Árni G. Nielsen, 73.) – Karstin Højgaard, Patrik Johannesen, Símun Samuelsen

Gult kort: Karstin Højgaard

Venjari: Trygvi Mortensen

Skála: Andras Gango – Jákup Jacobsen, Pætur Dam Jacobsen, Fritleif í Lambanum, Jónhard Frederiksberg (Ólavur Mikkelsen, 63.) – Teitur R. Joensen, Pauli G. Hansen, Edvin Jacobsen – Jákup Johansen (Ari Olsen, 70.), Brian Jacobsen (Jan I. Hansen, 82.), Álvur F. Christiansen

Gult kort: Andras Gango, Fritleif í Lambanum

Venjari: Pauli Poulsen

 

 

 

 

B68-ÍF 1-2 (1-1)

1-0: Michal Przybylski 19.

1-1: Adeshina Lawal 39.

1-2: Bogi Reinert Petersen 49.

Dómari: Dagfinn Forná

B68: Ragnar Lindholm – Ari Johannesen, Jóhan Dávur Højgaard, Evrard Blé, Jógvan I. Hansen (Albert Róin Johannesen, 58.) – Hákun Edmundsson, Pedro Tarancon Anton - Kristian Anton Andreassen, Óli H. Olsen, Michal Przybylski (Otto R. Petersen, 81.) – Jóhannes Hansen (Carlos Quintana Herrero, 58.)

Gult kort: Otto R. Petersen

Venjari: Páll Guðlaugsson

ÍF: Oliver Korch – Leivur Joensen (Dánjal Pauli Højgaard, 85.), John Daniel Guðjónsson, Jan Ó. Ellingsgaard (Gunnar Christiansen, 83.), Alex José dos Santos – Karl Løkin, Kristoffur Jakobsen – Ari Ellingsgaard, Bogi R. Petersen (Clayton Soares, 60.), Andy Olsen – Adeshina Lawal

Gult kort: Bogi R. Petersen, Karl Løkin

Venjari: Jákup Mikkelsen

 

 

 

Mikudagin

TB-NSÍ 2-1 (0-0)

1-0: Salmundur Bech 83.

1-1: Árni Frederiksberg br 86.

2-1: Albert Adu 88.

Dómari: Rúni Gaardbo

TB: Joslain Mayebi – Carl M. Bech (Absalon Eliasen, 58.), Árni Rúnar Ӧrvarsson, Ragnar Joensen – Heini M. Mortensen, Salmundur Bech, Ndende Adama Guéye – Albert Adu, Hervé Din Din (Teitur Justinussen, 80.), Eirikur Ellendersen (Kofi Appiah, 63.)

Gult kort: Ragnar Joensen, Albert Adu, Salmundur Bech, Joslain Mayebi

NSÍ: Karsten Hansen – Jákup Andrias Gaarbo, Per Langgaard, Jens Joensen – Jóhan Jacobsen, Mórits Heini Mortensen (Hans Marius Davidsen, 80.), Petur Knudsen, Aron Knudsen (Andri Benjaminsen, 84.) – Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen, Jann Benjaminsen (Magnus H. Olsen, 71.)

Gult kort: Jákup Andrias Gaardbo

 

Støðan eftir átta umfør

B36 17

HB 17

Víkingur 15

KÍ 14

NSÍ 12

ÍF 11

TB 8

Skála 6

AB 5

B68 3

 

Níggjunda umfar

sunnudagin 1. mai

KÍ-B68

ÍF-HB

Víkingur-B36

NSÍ-AB

Skála-TB