Eftir steðg síðani fríggjakvøldið 24. juni ella á jóansøku, tá ið sekstanda umfar var á skránni, verður í morgin lagt til brots aftur í heimligu fótbóltskappingini. Merkisvert er tað, at í morgin fer bólturin á rull í øllum fimm dystunum klokkan 15.
KÍ er FM favorittur. Tað eru sjey stig aftur til Víking, átta til NSÍ, tólv til B36 og trettan til HB. Hesi feløgini kappast við klaksvíkingar um tey fýra plássini í europeisku kappingunum næsta summar. Í botninum fer TB at stríðast fyri at halda AB og B68 aftanfyri seg. Tað eru fimm stig frá AB og fram til TB.
Felags fyri trý tey fremstu er, at tey í morgin eiga heimavøll: KÍ fær vitjan av ÍF, Víkingur fær vitjan av AB, og NSÍ verður við Løkin partur av grannauppgerð ímóti B68.
KÍ-ÍF: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00
Víkingur-AB: Rúni Gaardbo kl. 15.00
NSÍ-B68: Kasper Madsen kl. 15.00
HB-Skála: Alex Troleis kl. 15.00
TB-B36: Lars Müller kl. 15.00
Støðan