Dysturin millum klaksvíkingar og vestmenningar í sætta umfari gjørdist rættiliga javnir. Ein uppgerð millum oddaliðið gjøgnum alla kappingina og næstaftasta liðið, men hetta sást ikki týðiligt aftur á talvborðunum sunnudagin. Dysturin kundi fara báðar vegir.
Klaksvíkingar høvdu Heina Olsen, sum vitjar her heima í hesum døgum, á fyrsta borði. Ikki er loyvt, ífylgju reglugerð talvsambandsins, at hava tveir útisetar í senn á sama liði og varð tí ikki møguligt hjá Eyðuni Nolsøe at leika við klaksvíksliðnum á hesum sinni.
Heini fekk skjótt javna støðu og enntá lítlan fyrimun við svarta fólkinum móti John Rødgaard. Men eftir nakrar avbýtingar varð lítið at fara eftir hjá báðum pørtum og Heini tók tí av remistilboðnum hjá Rødgaard miðskeiðis í miðspælinum.
Talvið á 2. borði varð somuleiðis rættiliga javnt. Við hvíta fólkinum fekk Ólavur Simonsen lítlan fyrimun í byrjanarspælinum móti yvirritaða, men í miðspælinum broyttist gongdin nakað, samstundis sum Ólavur kom í tíðarneyð. Í endatalvinum misti klaksvíkingurin sítt einasta vápn, fríffinnuna, og løtu seinni varð riddari hansara innifangaður. Stutt eftir hetta legði Ólavur kongin.
Toppskorarin og aldursforsetin
Stigslúkarin á klaksvíksliðnum, Finnbjørn Vang, er ikki til at steðga. Hóast leingi trýstur, fekk hann í tíðarneyðini avgerandi fyrimun móti Samson Højgaard. Enn ein pinnur til Finnbjørn, sum nú hevur 5,5 stig av 6 møguligum.
Aldursforsetin á oddaliðnum, Rani Nolsøe, vann eitt gott og vilt talv á fjorða borði móti John Jacobsen. Rana við hvíta fólkinum lat mann fyri tvær finnur, og í kendari teoristøðu í sisilionsku byrjanini - sum eitt nú Shirov og Kasparov (0-1) hava leikt - flutti John skeivt og misti mannin aftur. Rani skuffaði ikki liðfelagar sínar og vann trygt.
Dystarúrslitið kunnu bæði liðini so dánt vera nøgd við. Klaksvíkingar halda framvegis fast um leiðsluna, meðan vestmenningar fara eitt pláss longur upp eftir stigatalvuni og eru nú á fjórða plássi, framanfyri kollfirðingar og toftamenn.
Havnarmenn snávaðu
Hóast teir vunnu dystin móti toftamonnum, kunnu havnarmenn als ikki vera nøgdir við úrslitið 2,5-1,5. Ein tepur sigur á absolutta botnliðnum er ikki nøktandi.
Men heiðurin eiga toftamenn sjálvandi. Andreas Andreasen leikti við svarta fólkinum javnt móti føroyameistaranum Martini Poulsen. Andreas hevur fyrr tikið stig frá føroyameistarum, eitt nú í seinasta umfari í liðkappingini í fjør, tá hann við sínum javnleiki móti Hans Kristiani Simonsen faktiskt átti stóran lut í at klaksvíkingar vunnu FM, heldur enn kollfirðingar.
Við at Helgi Joensen vann á Herluf Hansen á fjórða borði, fingu toftamenn hálvtannað stig til høldar. Eitt úrslit sum teir kunnu vera ernir av.
Óvæntaður stórsigur
Í Hvalvík komu kollfirðingar á vitjan. Tómheintir fóru teir suður til Kollafjarðar aftur eftir loknan dyst: 4-0 vann heimaliðið.
Á pappírinum vóru liðini annars nøkunlunda jøvn. Hans Kristian Simonsen leikti við hvíta fólkinum eina varliga byrjan móti Rógva W. Rasmussen. Leingi togtugaðaust teir aftur og fram, men í leik fjøruti kiksaði Hans Kristian. Rógvi var skjótur og avgjørdi endatalvið instruktivt. Eitt gott úrslit hjá havnarmanninum, sum seinastu tveir vetrarnar hevur umboðað hvalvíkingar.
Finnbjørn Zachariassen og Martin Brekká, sum higartil hava havt eitt gott kappingarár, vunnu báðir á ávíkavist Torbirni Thomsen og Eyðálvi Johannesen. Á fjórða borði vann Sámal Christiansen á Bernhardi Thomsen.
Eitt rimmar úrslit hjá Brekká & Co, sum nú bjóða klaksvíkingum og havnarmonnum av í dystinum um gullmerkini. Sjeynda umfar verður komandi vikuskiftið










