Gongdin hjá VÍF hevur verið sera góð í ár, og teir hava vunnið síðstu seks dystirnar. Hjá H71 hevur verið heldur misjavnt. Teir fingu eina hampiliga byrjan, men eftir hetta taptu teir fimm ferðir á rað. Síðsta dyst bragdaði tó aftur, tá teir høvdu vitjan av Neistanum. Sjálvt um H71 tykist vera komið í gongd aftur, so má VÍF tó metast at vera stórfavorittur. Teir hava víst sera gott spæl síðstu dystirnar, og hetta ætla teir óivað at halda fast um. Hoyvíkingar hava tó víst, at teir kunnu leypa hvøkk á oddaliðini.










