Toppur og botnur á Kambsdali

Besta mansliðið hjá ÍF í flogbólti fær gullkrónurnar um hálsin, tá teir taka ímóti botnliðnum, SÍ, í seinasta umfari í hesum kappingarárinum

Toppur og botnur møtast í høllini á Kambsdali leygardagin, tá ið ÍF tekur ímóti SÍ í meistaradeildini hjá monnum. Dysturin hevur sum so ongan týdning fyri nakað av liðunum, tí í øðrum endanum hevur ÍF tryggjað sær meistaraheitið, meðan SÍ í hinum endanum ikki hevur nakran møguleika at koma av aftasta plássinum.
Gongdin hjá ÍF hevur verið avbera góð í endaspælinum, og einasti svipsarin kom, tá teir taptu 3-2 ímóti Fram. Hesin ósigurin skapti rættiligan spenning í aftur bestu mansdeildini, men næstseinasta vikuskiftið settu fuglfirðingarnir alt uppá pláss sjálvir, tá teir vunnu trygt á Mjølni í Klaksvík.
Hjá SÍ hevur ikki gingið so væl. Teir hava bert vunnið ein dyst í endaspælinum, men í flestu dystunum hava teir tó tikið sett frá mótstøðuliðunum.
Tað er ikki óhugsandi, at vit koma at síggja eitt rættiliga ótraditionelt ÍF-lið í dystinum leygardagin. Kappingin um Løgmanssteypið fer nevniliga í gongd í fótbóltinum, og tí er ivamál um fleiri av leikarunum. Bartal Eliasen, Hanus Eliasen, Áslakur R. Petersen og Árni Petersen spæla allir fótbólt, og harafturat hevur Boban Ilic verið skaddur. Hvussu er og ikki, so kann úrslitið fyri so vítt gera tað sama fyri ÍF, tí teir hava longu vunnið meistaraheitið.