Toppur og botnur í Gundadali

Einasta liðið við fullari úrtøku undan 6. umfari er TB, sum fær vitjan av Víkingi

6. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni seinnapartin. Einasta liðið, sum higartil hevur vunnið fulla úrtøku er TB, sum seinnapartin fær vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi. TB tykist hava beina kós ímóti bestu deildini, sum liðið í fjør flutti niður úr.

Saman við TB eru tað bara 07Vestur og FC Suðuroy, ið kunnu flyta upp. Hesi bæði liðini hittast seinnapartin í Sandavági.

Hjá B36 hevur tað higartil gingið sum eftir ánni. B36 er næstovast. Einasta tapið higartil var á útivølli ímóti TB (1-3). Seinnapartin verður B36 partur av grannauppgerð í Gundadali. Merkisvert er tað, at HB, sum í fjør var topplið mesta partin av kappingini, einki stig hevur fingið burturúr fimm teimum fyrstu umførunum og er aftast við málmuninum 7-16!

Orsaka av veðri eru tveir dystir í undanfarnu umførunum ikki spældir. Nú er ásett, at FC Suðuroy-Víkingur verður 1. juni, og at EB/Streymur-Víkingur verður 6. mai.

 

 

Í dag:

NSÍ-EB/Streymur: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

07Vestur-FC Suðuroy: Rúni Gaardbo kl. 16.00

HB-B36: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

AB-KÍ: Kim Poulsen kl. 15.00

TB-Víkingur: Rói Jacobsen kl. 15.15

 

 

Støðan undan 6. umfari

TB 15

B36 12

Víkingur 7

AB 7

FC Suðuroy 7

NSÍ 6

07Vestur 6

KÍ 4

EB/Streymur 3

HB 0

Víkingur hevur spælt tríggjar dystir, og FC Suðuroy og EB/Streymur hava spælt fýra dystir.

 

mynd: tb.fo