Toppur og botnur í Gundadali

Sjálvsálitið í B36 er stórt, hóast kappingar­neytarnir nú eru nærri, enn teir leingi hava verið

B36 er topplið, og B71 er botnlið. Seinnapartin leygardagin verð­ur møguleiki í Gundadali at síggja, hvussu stórur mun­ur tað er á toppliðnum og botn­lið­num.
Síðani eftir 7. umfar hava sandoyingar verið á aft­asta plássinum, og tað er longu greitt, at B71 næsta kapp­ingar­ár skal spæla í næstbestu deild­ini. B36 hevur síðani eftir 5. umfar verið fremst og har­við favorittur at vinna meistara­heitið.
Eftir 2-1 heimatapið ímóti EB/Streymi, og eftir at EB/Streymur í gjárkvøldið vann fulla úrtøku ímóti ÍF, er mun­urin frá B36 og aftur til EB/Streym tódnaður til tvey stig. So lítil hevur B36 leiðslan ikki verið síðani eftir 18. umfar, tá ið Víkingur bara var eitt stig aftanfyri B36.
– Lagið er gott í hópinum, og tað er framvegis kapping um plássini. Vit fara við eyðmýkt undir hesa uppgávuna, og um vit vísa rætta hugburðin og har­við stríðast og spæla fyri søk­ini, so vita vit, at tað ber okk­um til at vinna, verður sagt úr B36 leguni.
Allir teir B71 spælararnir, sum sunnudagin vóru við til at tapa 3-0 á heimavølli ímóti Víkingi, eru tøkir hesa ferð.
Tað hava verið rættuliga fáar broytingar í B36 verjuni higartil, men hesa ferð verður øðrvísi. Vinstri vongverjin Símun Joensen er leikbannaður eftir útvísingina ímóti EB/Streymi, og miðverjin Odmar Færø er farin til Skotlands at lesa.
Tað er rættuliga sannlíkt, at Kenneth Jacobsen verður avloysari í vinstra borði, og at onkur av teimum, sum kappast um plássini á miðvøllinum, verður fluttur aftur í mið­verj­una – Klæmint Matras, Atli Danielsen ella Súni Olsen.
Álopsspælarin Mahmud Suleiman hevur leingi verið plág­aður av skaða í fótinum. Nú er hann tøkur aftur.
Tá ið B71 í 2. umfari vitjaði í Gundadali, var úrslitið 4-1 til heimaliðið.