Hesa ferð eru tað tey, sum eru ovast á stigatalvuni, sum spæla ímóti teimum, sum eru niðari á stigatalvuni. Øll tey ovaru eru á heimavølli.
Sagt verður frá góðum fótbóltslíkindum seinnapartin í dag. Tað verður mest sum stilli, hitin verður millum 11 og 14 stig, og avfallið verður millum lítið og einki.
17. umfar
Í dag kl. 15.00
HB-07 Vestur: Georg Rasmussen
Víkingur-AB: Lars Múller
B68-B36: Bárður Mortensen
EB/Streymur-KÍ: Eiler Rasmussen
Mánakvøldið
NSÍ-ÍF kl. 19.00: Petur Reinert
Støðan undan 17. umfari
HB 35
B68 28
Víkingur 27
NSÍ 27
EB/Streymur 22
B36 17
ÍF 16
AB 16
KÍ 14
07 Vestur 8
EB/Streymur hevur spælt 14 dystir, B68, Víkingur, B36 og AB hava spælt 15 dystir, og hini liðini hava spælt 16 dystir.