Triðja umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni seinnapartin í dag. Einasti feløgini, sum eftir tvey tey fyrstu umførini hava fulla úrtøku, eru TB og B68. Júst hesi bæði liðini hittast nú kl. 15 á Sevmýri.
Fýra lið hava trý stig, og fýra lið eiga framvegis fyrsta stigið til góðar. Tað er framvegis møguleiki fyri, at okkurt lið einki stig skal eiga, tá ið 3. umfar verður liðugt, tí eingin innanhýsis uppgerð verður millum botnliðini.
1. deild 3. umfar
18. apríl
Víkingur-MB: Alex Troleis kl. 15.00
B71-VB/Sumba: Rói Jacobsen kl. 16.00
Skála-FC Hoyvík: Birgir Sondum kl. 15.00
TB-B68: Páll Augustinussen 15.00
NSÍ-HB: Høgni Hansen kl. 16.00
Støðan
TB og B68 6 stig
VB/Sumba, Víkingur, HB og FC Hoyvík 3 stig
B71, NSÍ, Skála og MB 0 stig