Toppuppgerð á Argjum

Í kvøld klokkan 18.30 verður toppuppgerð í bestu kvinnudeildini í fótbólti á Argjum.

AB fær vitjan av KÍ, og treytirnar hjá teimum á Argjum eru greiðar.

Um tað skal eydnast AB at vinna FM heitið fyri nøsini á KÍ, so skal AB bæði vinna í kvøld og í tí dystinum, sum hesi bæði liðini skulu spæla í Klaksvík.

KÍ hevur fimm stig meiri enn AB, og gongdin higartil í kappingini boðar ikki frá, at tað skal eydnast nøkrum av hinum liðunum at taka stig frá KÍ.

Tá ið hesi bæði liðini hittust á Argjúm í 4. umfari var úrslitið 1-1. Í 7. umfari spældu liðini í Klaksvík, og tá vann KÍ 5-3.

Steypafinalan var millum hesi bæði liðini, og tá vann KÍ 1-0.

Dómari í kvøld verður Súni Fríði Barbá.