Fótbóltur
Leygardagin verður dystur á Argjum, har AB tekur ímóti 07 Vestur. Í løtuni eru tað hesi bæði liðini, ið liggja á báðum uppflytingarsessinum, men beint aftan fyri er VB/Sumba, sum uttan iva vil gera sær dælt, nú annað – ella kanska bæði – av oddaliðunum missir stig.
VB/Sumba spælir um sama mundið á heimavølli móti KÍ, og her er heimaliðið at rokna sum greiður favorittur.
Og tað tykist lítil ivi vera um, at uppflytararnir skulu finnast millum tey trý liðini. TB var væl við fyrsta partin av landskappingini, men teir eru spakuliga dragnaðir, og í løtuni røkist lítið fyri, at teir vinna seg burtur av fjórða plássinum á stigatalvuni.
Í botninum er spenningurin eisini stórur. Her stendur slagið fyrst og fremst millum B68, KÍ og EB/Streym, og øll trý hava tey truplar dystir á útivølli hetta vikuskiftið.










