Tað kemur nærum ikki fyri, at toppskorarin til eitt kommunuval ikki verður borgarstjóri í kommununi. Orsøkin er tann, at oftast gerst flokkurin hjá toppskoraranum størsti flokkur og sostatt er toppskorarin eisini fyrst valdi býráðslimur. Og siðvenja er, at tað er fyrst valdi býráðslimur, sum verður borgarstjóri.
Onkur undantøk eru kortini. Um hugt verður eftir kommunuvalinum 8. novembur í ár, so er tað í fýra kommunum, at toppskorarin ikki er vorðin borgarstjóri.
Í Húsavíkar kommunu gjørdist Oddvør Johannesen toppskorari við 15 atkvøðum. Kortini gjørdist Brynhild Sørensen borgarstjóri, hon fekk 14 atkvøður. Orsøkin er, at listi A, sum Brynhild Sørensen var á, fekk tríggjar limir, meðan listi B, sum Oddvør Johannesen var á, fekk tveir limir. Munurin millum listarnar var tó ikki stórur. Lista A fekk 50 atkvøður, meðan listi B fekk 41 atkvøður.
Í Sørvágs kommunu gjørdist sitandi borgarstjórin, Sune Jacobsen, toppskorari við 83 atkvøðum. Listi B fekk tó einans 308 atkvøður í mun til teir 378 hjá lista A og tí gjørdist toppskorarin á lista A, Aimé Jacobsen borgarstjóri, við sínum 61 atkvøðum.
Heilt lættur var burur hennara sum borgarstjóri tó ikki. Í samráðingunum eftir valið kundi listin ikki til fulnar semjast við Jóhan Fróa á Ørg, sum undan valinum skifti frá lista B til A. Úrslitið var, at Aimé Jacobsen aftur leitaðu til lista B eftir stuðuli. Hon bjóðaði Onnu Sophie Nordendal sessin sum varaborgarstjóri, og so hevði Aimé Jacobsen aftur stuðul frá fýra av sjey býráðslimum.
Eisini í hinari kommununi í oynni, Vága kommunu, varð borgarstjórin, Rósa Samuelsen, toppskorari. Mens eins og í Sørvági, so gjørdist hin listin, listi V, størri. Bæði listi V og listi C, sum Rósa Samuelsen var á, fingu fýra býráðslimir, meðan listi B fekk tríggjar.
Her hendi tað heldur sermerkta, at teir báðir størstu listarnir gjørdu avtalu um samstarv. Listi V fekk borgarstjóran og listi B varaborgarstjóran. Rósa Samuelsen, toppskorari á lista V, gjørdist tí varaborgarstjóri. Heldur óvanliga, so var tað ikki fyrst valdi býráðslimur, sum bleiv borgarstjóri í Vága kommunu. Dagbjørn Hansen og Jens Gaardlykke fingu báðir fleiri atkvøður enn Eyðdis Hartmann Niclasen, men kortini varð hon vald til borgarstjóra. Tað skal tó nevnast, at einans fimm atkvøður skiltu teir fýra býráðslimirnar hjá lista V. Dagbjørn Hansen fekk 58 atkvøður, Jens Gaardlykke fekk 56 atkvøður, Eyðdis Hartmann Niclasen fekk 55 atkvður og Heðin Poulsen fekk 53 atkvøður.
Og so er tað Havnin. Heðin Mortensen gjørdist toppskorari og Javnaðarflokkurin størsti flokkur. Longu valnáttina samdust flokkarnir í sitandi samgongu, Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, um at halda á við samstarvinum, men út á seinnapartin mikudagin, dagin eftir valið, boðaði Fólkaflokkurin frá, at hann hevði gjørt eina avtalu við Tjóðveldið og Framsókn, har Annika Olsen bleiv borgarstjóri.









