Patrik Johannesen, sum í ár hevur skorað 20 mál í 32 dystum fyri B36, er á veg til Norra.
Jærbladet skrivar, at norska felagið Bryne, sum spælir í triðbestu deildini, hevur bjóðað føroyska landsliðsspælaranum sáttmála.
- Er hetta maðurin, sum skal skjóta Bryne upp aftur í 1. deild, spyr Jærbladet á Facebook-vanga sínum.
Patrik Johannesen hevur verið til royndarvenjing í Noregi seinastu vikuna og hevur staðið seg somikið væl, at felagið bjóðar honum sáttmála.
Landsliðsfelagin, Rógvi Baldvinsson, spælir í Bryne.
Bryne endaði nummar trý í triðbestu deildini í Noregi í ár. Í 2016 flutti felagið niður og legði nógv fyri at flyta upp aftur í ár, men gjørdust kortini ov stuttir.










