Páll Andrasson Klettskarð og KÍ hava í dag gjørt sáttmála fyri tvey tey komandi kappingarárini. Framherjin hevur skotið 16 mál í ár og er toppskorari saman við Clayton Soares í Effo-deildini.
Páll Klettskarð skoraði bæði málini, tá KÍ um vikuskiftið vann 2-1 á NSÍ, eftir at hava verið aftanfyri tá eitt korter var eftir.
- Eg eri sera glaður fyri at spæla við KÍ. Tað er mítt barndómsfelag og eg vil gera alt fyri at KÍ aftur blívur eitt oddalið í føroyskum fótbólti. Í ár hava vit ment okkum nógv og ætlanin er at hendan gongdin skal halda fram komandi ár, sigur Páll Klettskarð við heimasíðuna hjá KÍ.
Framherjin er 22 ára gamal og hevur spælt 12 landsdystir fyri U21 landsliðið.