– Vánaligt av Fólkaflokkinum!
Tað er skoðsmálið, ið Atli S. Justinussen gevur Fólkaflokkinum, sum í gjárkvøldið valdi Christian Andreasen til formann.
– Nú lá tað til høgra beinið, at bróta upp úr nýggjum hjá Fólkaflokkinum. Og kundu velja ein nýggjan ungan skilamann til formann. Har hann hevur uppbakning úr øllum aldursbólkum, og sera nógv av teimum ungu eisini, sum flokkurin hevur manglað seinastu árini. Má siga sum er, eri ótrúliga skuffaður, skrivar Atli S. Justinussen á Facebook, har hann seg sjálvum sum ein, sum hevur umboðað Fólkaflokkin skjótt í 20 ár í býraðspolitikki.
Atli S. Justinussen er fyrstvaldi býráðslimur í Klaksvík. Hann fekk 224 atkvøður á fólkaflokslistanum.











