Evropeiski toppskjúttin hjá HB, Levi Hanssen, er ikki við í HB hópinum, sum í annaðkvøld skal spæla í Serbia.
Levi Hanssen verður í Onglandi í annaðkvøld, tá HB spælir fyrra undankappingardystin móti FK Partizan í Beograd.
Orsøkin til at Levi Hanssen ikki verður við HB hópinum, er tann at Levi Hanssen skal til prógvhandan í Onglandi, har Levi hevur gingið í skúla tey seinastu árini.
Sostatt verður í øllum førum ein broyting á HB liðnum í annaðkvøld, tá teir klokkan 19:45 føroyska tíð spæla í Serbia.