Toppskjúttin hevur longt við Leicester

Jamie Vardy heldur fram hjá óvæntaða oddaliðnum í Premier League.

Toppskjúttin í Premier League við 18 málum hetta kappingarárið, Jamie Vardy hjá Leicester, hevur longt um sáttmálan við felagið, sum við 3-1-sigri á Manchester City í dag staðfesti støðuna sum oddalið. Sáttmálin er nú galdandi fram til 2019.


- Eg eri ótrúliga glaður at stríðast fyri nøkrum serligum við hesum felagnum sum ein partur av hópinum. Eg havi ongantíð merkt ein felagsanda sum her, frá eigarum, til venjaran og hansara toymi, til leikararnar og fjeppararnar. Hesum vil eg vera ein partur av í langa tíð framyvir, sigur Vardy við heimasíðu felagsins.


Hann leggur afturat, at Leicester hevur víst honum álit frá fyrsta degi, og at hann vil gera alt fyri at løna felagnum aftur. 29 ára gamli áleyparin hevur upp á fá ár vunnið seg fram frá nøkrum av aftastu deildunum í Onglandi til at nú vera toppskjútti í Premier League og vera partur av enska landsliðnum.


Sambært keldum hjá Sky Sports, so hevur Jamie Vardy fingið eina risa lønarhækking frá Leicester, soleiðis at hann nú fær 776.000 krónur um vikuna.