Toppskjútti fimm endaspøl á rað

Her eru ótrúligu tølini hjá Mathias Gidsel

Mynd: Ritzau Scanpix

Mathias Gidsel gjørdist við 68 málum í EM-endaspælinum søguligur.

 

Aldrin áður hevur nakar skotið so nógv mál í einum EM-endaspæli í manshondbólti.

 

Liðfelagin hjá Hákuni West av Teigum í Füchse Berlin hevur verið toppskjútti í teimum seinastu fimm endaspølunum.

 

Her eru ótrúligu tølini hjá Mathias Gidsel í teimum seinastu fimm endaspølunum:

 

EM 2026: 68 mál

 

HM 2025: 74 mál

 

OL 2024: 64 mál 

 

EM 2024: 54 mál

 

HM 2023: 60 mál

 

Mynd: Ritzau Scanpix