Toppskjútti á veg til HB

Betri deildin menn: Nógv bendir á, at Mikkel Dahl aftur verður partur av HB

HB hevur fingið tilgongd av Matthias Præst Nielsen (AB), Mads Borchers (07 Vestur) og Viljormi Davidsen. Nógv bendir á, at næstur í røðini er ein gamal kenningur við navninum Mikkel Dahl.

 

Sum skilst, so hevur eitt ávíst samskifti verið millum partarnar seinstu tíðina. Mikkel Dahl gav eitt sindur brádliga í HB 2021, tá hann ikki spældi við í november mánaði í 2021, tá steypakappingin bleiv avgreidd. Hann skifti stutt eftir til leiknir í Íslandi, men har hevur gingið illa og liðið flutti niður.

 

Hann var partur av 2020 liðnum, sum við Jens Berthel Askou á odda vann FM. Í 2021 bleiv hann toppskjútti og valdur til ársins áleypara til Fótbóltsgalla. Nú er líkt til, at hann aftur verður partur av hópinum hjá HB.