Toppskjúttarnir kappast

Tá ársins áleypari skal kjósast, eru toppskjúttarnir sjálvandi millum tey við nógvum atkvøðum

Nógv mál eru í sjálvum sær ikki nakar garantur fyri atkvøðum í kappingini um at gerast ársins áleypari. Men tað er ikki serliga óvæntað, at toppskjúttarnir í føroyskum fótbólti teljast millum teirra, ið hava fingið flestu atkvøðurnar frá mótspælarum, venjarum og fjølmiðlaumboðum.

 

Hjá monnunum eru bestu málskjúttarnir Klæmint A. Olsen úr NSÍ, Finnur Justinussen úr Víkingi og Adeshina Lawal úr B36, og tað eru eisini nøvnini á teimum, sum standa ovast, nú atkvøðurnar eru taldar upp.

 

Hjá kvinnunum hava Rannvá Andreasen úr KÍ og Heidi Sevdal úr HB skotið flest mál í ár. Saman við teimum báðum er Milja Simonsen úr HB eisini í uppskoti at gerast ársins álopsspælari í 2014.

 

Vit skulu gera vart við, at raðfylgjan omanfyri einki sigur um, hvør teirra hevur vunnið heiðurin. Tann parturin verður avdúkaður á tiltakinum hjá FSF og Miðlahúsinum. Tiltakið verður á No 12, sum er juicebarrin við suðurendan av Tórsvølli. Byrjað verður klokkan 17.30, og fer Rás2 at senda beinleiðis.