Pílurin hevur fleiri ferðir í heyst peikað úr árstalsfelagnum í Gundadali, og tað hevur verið spurt og fegnast, hvussu tað verður við manningini næsta ár.
Í morgun eru góð tíðindi at frættta úr sunnara enda í Gundadali. Sáttmáli er undirskrivaður við Sebastian Pingel, sum eisini í 2021 verður í B36 álopinum. Tað hevur annars ljóðað, at hann var á veg aftur til Danmarkar, men soleiðis verður tað ikki.
Sebastian Pingel hevur verið í Føroyum í fimm ár. Í 2016 var hann í B36, í 2017, 2018 og 2019 var hann í HB, og í 2020 umboðaði hann aftur B36. Hetta síðsta árið var tað besta hjá honum higartil. Sebastian spældi við í 25 landskappingardystum, og hann var B36 toppskjútti við 13 málum í landskappingini.
Sambært faroesoccer.com hevur 27 ára gamli Sebastian Pingel spælt 93 landskappingardystir og skorað 37 mál. Í landskappingini hevur hann spælt níggju dystir og skorað fýra mál og í europeisku kappingunum hevur hann spælt 10 dystir og skorað fýra mál.











